HildurEydunsdottir_2

Á Kvinnur Megna verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé. Ymiskar vinnulívskvinnur fara at greiða frá sínum royndum við íverksetan, sølu og lønandi rakstri.

Vit hoyra frá Hildur Eyðunsdóttir, sum eigur og rekur nýggju Kaffistovuna SMAKKA í Norðurlandahúsinum. SMAKKA er eitt konsept, ið skal gera tað lætt og spennandi at velja heilsugott og tilviltað.

Hildur vil menna matmentanina í Føroyum, gera nógv meira burtur úr grønmeti, og við støði í tí grøna og grova køkinum vera við til at menna og fjøltátta fatanina av norðurlendskum mati.

Hoyrið meiri um Hildur fríggjadagin 17. apríl kl 13:00 í Østrøm.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.