Nú er møguligt at fáa fíggjarligan stuðul til tína værkætlan, uttan at fara ígjøgnum tí vanligu, og til tíðir truplu mannagongdina við at lána pening í bankanum ella søkja stuðul frá ymsum aktørum.  

Hetta er møguligt við nýggja Hópfíggingarportalinum (crowdfunding), sum Íverksetarahúsið, í samstarv við vinnuframaskipanina, hevur fingið í verk. Við Hópfíggingarportalinum ber til at fáa tína verkætlan fíggjaða við smærri upphæddum frá fleiri íleggjarum ella stuðlum.

Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr. 

Ring ella skriva til okkum um meira kunning, og hvussu tú kanst fáa tína verkætlan á Hópfíggingarsíðuna. Teldupost: iverksetan@iverksetan.fo – Tlf. +298 239501/239502.