Heimsmeistarakapping í íverksetan

Íverksetarahúsið

j

09/09/2016

Nú sleppa føroyskir íverksetarar aftur at royna seg. Mánadagin 12. september verður Reinsaríið karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar, ið er ein kapping millum útvaldar føroyskar íverksetarar. Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða kappingini Creative Business Cup, ið verður í Keypmannahavn í november.

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping, tað eru luttakarar úr ymiskum skapandi vinnum, sum kappast. Endamálið er at knýta tað kreativa og vinnuliga saman í verkætlanunum.

Í ár taka fleiri enn 60 lond lut í kappingini í Keypmannahavn. Tað er Center for Kultur –og Oplevelsesøkonomi, sum fyriskipar finaluna.

Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframa.

Føroysku luttakararnir eru valdir út frá treytum, sum eru settar av Center for Kultur –og Oplevelsesøkonomi. Talan er um ymiskar verkætlanir, nakrar eru á hugskotsstøði, og aðrar eru komnar væl ávegis. Verkætlanirnar, sum luttaka, eru Caraffee, InformeNow, Ocean Clean, Undirgrund, Kirvi, Green Growth og Trygdarlás til íspora. Verkætlanirnar fevna um alt frá matvørum, tøkniligum loysnum til sniðgeving og kunningartøkni.

Fimm dómarar skulu finna vinnaran, sum umboðar Føroyar í Keypmannahavn. Dómararnir eru Jóhanna á Bergi, Jan Jakobsen, Beinta Poulsen, Jan Ziskasen og Regin W. Dalsgaard.

Kappingin verður mánadagin 12. september í Reinsarínum í Tórsgøtu. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, setur Creative Business Cup Føroyar kl. 13:00.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.