Heiða Nolsøe gjørdist Ársins Íverkseti 2015

Íverksetarahúsið

j

27/03/2015

HeiðaKajLeo

Fyri løtu síðan kunngjørdi løgmaður fyri eini fullsettari Spaniastovu í Klaksvík, at Heiða G. Nolsøe er kosin Ársins Íverkseti 2015. Tann heiðurin fekk hon fyri Dropbucket, sum er ein einnnýtisruskspann gjørd úr endurnýtslupappi

Ársins Íverksetaradagur varð seinrapartin hildin í Spaniastovu í Klaksvík. Fitt av fólki var komið saman til árliga dagin, tá ið føroysk íverksetan verður heiðrað.

Sum partur av árligu heiðranini av føroyskari íverksetan verða heiðurslønir handaðar. Granar, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, og sum Óli Skarðenni hevur gjørt. Umframt eitt heiðursbræv, sum á pappíri váttar sama heiður.

Ársins Íverkseti 2015 fyri Dropbucket
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, kunngjørdi fyri eini fullsettari Spaniastovu, at dómsnevndin hevur valt Heiðu G. Nolsøe til Ársins Íverkseta fyri Dropbucket, sum hon hevur arbeitt við í nøkur ár. Løgmaður handaði eisini Granan, og Jan Mortensen úr Føroya Tele handaði skreytbrævið.

Dropbucket er ein einnýtisruskspann framleidd úr endurnýtslupappi, sum er brúkt so ofta, at tað ikki kann endurnýtast aftur. Hon er gjørd soleiðis, at hon er løtt at seta upp, og verður burturbeind saman við ruskinum. Og so tolir honn at vera úti ta tíðina, hon verður brúkt.

Tað byrjaði sum ein skúlaverkætlan, har Heiða Nolsøe saman við øðrum fingu eitt hugskot um at brúka endurnýtslupapp av triðja ættarliði. T.e. at tað er endurnýtt so ofta, at tað ikki kann endurnýtast aftur.

Green IQ
Jógvan við Keldu, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, og eisini hevur verið bæði tingmaður og landsstýrismaður, kunngjørdi, hvønn ið dómsnevndin hevði valt til Ársins Innovatión. Hesuferð fór heiðurin til Green IQ fyri at hava ment ein yvirflatuskimmara, teir longu høvdu, soleiðis at hann kann brúkast í alivinnuni.

Frammanundan hevur Green IQ ein oljuskimmara. Hann flýtur omaná skitnum vatni og reinsar olju burtur úr. Tá teir høvdu selt nakrar oljuskimmarar varð skotið upp fyri teimum, at sama hugskot kundi brúkast til at reinsa laksalús burtur, tá ið reinsað verur fyri laksalús. Tær flóta omaná eina løtu, og um tær ikki verða tiknar burtur, seta tær seg aftur á laksin.

Green IQ gjørdi av at royna at gera eina prototýpu. Bakkafrost vildi royna prototýpuna, og hon riggaði. Laksalúsin minkar um virðið á laksinum, so ein slík skipan kemur væl við.