Guðrun & Guðrun fingu Megnarprísin 2015

Íverksetarahúsið

j

17/04/2015

Gurðun Ludvig tók ímóti Megnarprísinum 2015, sum hesuferð fór til hennara og til Guðruna Rógvadóttur

Gurðun Ludvig tók ímóti Megnarprísinum 2015, sum hesuferð fór til hennara og til Guðruna Rógvadóttur

Árligi heiðurin til kvinnuligan íverkseta, fór hesuferð til tveir kvinnuligar íverksetar, sum hava bæði megnað at endurnýggja seg og at seta Føroyar á heimskortið

Kvinnur Megna er árliga tiltakið, sum Íverksetarahúsið og Kvinna skipa fyri í felag til tess at seta fokus á og heiðra kvinnuligar íverksetar.

Á degnum verður sonevndi Megnarprísurin latin til kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti. Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu, greiddi m.a. frá, at nógv góð boð upp á kvinnur, ið høvdu uppiborið heiðurin, vóru komin inn.

-Megnarkvinnan 2015 er ein fyrimynd og ein vegvísari fyri aðrar kvinnuligar íverksetar. Megnarkvinnan hevur alla tíðina megnað at endurskapa seg og koma við nýggjum hugskotum og givið føroysku kvinnuni íblástur.

Víðari greiddi Siri Sørensen frá, at Megnarkvinnan ikki bara hevði megnað at blíva partur av føroyska húsarhaldinum, men hevði sett Føroyar á heimskortið við sínari egnu tulking upp á føroyska handverkið.

Megnarprísurin í ár fór til tær báðar Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig, sum standa aftanfyri kendu klædna- og mótafyritøkuna Guðrun & Guðrun.

Ein annar táttur á tiltakinum Kvinnur Megna er, at kvinnuligir íverksetar greiða frá sínum royndum sum íverksetar. Hesuferð vórðu tær Mimmy Vágsheyg, sum hevur latið serliga café upp í Klaksvík, Lone Grønborg, sum rekur fyritøku ið m.a. veitir ráðgeving í samband við blámusopp, Beinta Festirstein, sum hevur egið klædnamerki, Erla-Maria Skovlund, sum er nýhugsandi smúkkusniðgevi, Vivian Sjóðklett, sum arbeiðir við kunstterapi, Sunrid í Gong, sum er professionellur fotografur, og Hildur Eyðunsdóttir, sum rekur café í Norðurlandahúsinum.

Høvuðsrøðari var Hanne Wick, sum er sjálvstøðgur ráðgevi og konsulentur innanfyri samskifti á netinum, marknaðarføring og íverksetan. Saman við Dorthe Klyvø hevur hon skrivað handbók um íverksetan.