Mynd: GreenKit
Bólkur úr Miðnámsskúlanum í Hoydølum skal umboða Føroyar í Keypmannahavn.
Bólkurin, sum skal umboða Føroyar í Keypmannahavn í European Business Game verður úr Hoydølum og hevði hugskotið og verkætlanina: GreenKit. Hetta bleiv avdúkað í býráðshøllini í Klaksvík seinnapartin leygardagin.
Tær, ið umboða GreenKit-bólkin, eru: Unnur Danielsen, Durita Hansen, Laura Dahl og Ester Vang, sum allar ganga í 3. G – E-flokkur í Hoydølum.
Tað, sum kanska er undarligt, er, at tær ganga á málsligu deild, men hava ment eina telduskipan, sum kann sløkkja ljós/kontaktir í húsinum.
Vinnarabólkurin fer víðari til endakappingina, sum verður um mánaðarskiftið juni – juli 2009 í Keypmannahavn. Tá er talan um eina evropeiska kapping – Føroyar hava fyrr klárað seg væl í hesum kappingunum.
Vit ynskja vinnarunum av føroysu endakappingini: Unnur Danielsen, Durita Hansen, Laura Dahl og Ester Vang, umboðandi GreenKit bólkin – góða eydnu!