Ger tað gott!

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Ger tað gott! Segði hann, tá eg var áveg heim aftaná fundin.
Eg hugdi undrandi upp, tá eg hoyrdi henda fremmanda mannin, sum eisini hevði luttikið á fundinum, siga hetta við meg. Hann sá at eg hugdi spyrjandi uppá hann og byrjaði maðurin beinanvegin at forklára seg; Vit siga altíð ”hav tað gott”, men tað er ongin sum bara ”hevur” tað gott soleiðis. Tað er nakað vit sjálvi gera, segði hann, og so var hann farin!

Eg undrist eina løtu, og kundi eftir eitt stutt bil, bara játtað tað sum sagt varð. – Vit halda nevniliga mangan at alt tykist so tilvildarligt, og at vit ikki aktivt eiga at uppsøkja tað góða, so sum; eydnu, optimismu, gleði og succes. Vit taka tað sum eina sjálvfylgju at vit verða elskaði aftur í einum parforholdi ella av fólki ið stendur okkum nær. Men tað kemur ikki av sær sjálvum, – at elska ein annan persón inniber eina handling og ikki bara kenslur, sum mangan verður tikið til. Tað krevur ein tilvitaðan aktivitet har umsorgan, eftirtanki og tað at lurta er tydningarmikið.

So inntil næstuferð: “Ger tað gott!”

Kelda: Keys2passion

Don’t give up. Keep going. There is always a chance that you will stumble onto something terrific. I have never heard of anyone stumbling over anything while sitting down.
Ann Landers