Fyrisiting
Fyrisiting
apríl, 2018
Visit Runavík fer á einum serligum ferðavinnudegi, sum verður 7. apríl, at tvinna ferðavinnu og íverksetan saman. Sjóneykan verður sett á íverksetan av virksemi og upplivingarmøguleikum innan ferðavinnu [...]
more
Umframt at Visit Runavík fer at leggja fram, hvørjar ætlanir eru á ferðavinnuøkinum, fer umboð fyri Íverksetararhúsið at greiða frá, hvørjir møguleikar eru hjá virkjum og privatum at seta nýtt virksemi á stovn.
Millum fyrilestrahaldararnar eru m.a. Pól Sundskarð, íverkseti og eigari av hiking.fo og Anna Rubeksen, bóndi og eigari av “Heimablíðni hjá Onnu og Óla” á Velbastað.
Aftaná framløgurnar verða verkstovur skipaðar, har fólk fáa høvi at skifta orð við umboð frá Íverksetarahúsinum um ítøkilig amboð í sambandi við vørumenning, við Visit Runavík viðvíkjandi gisting, eins og ein lýsingarráðgevi og íverksetarar fara at leiðbeina og geva góð ráð.
Ætlanin er at fólk, sum hava hug at fara undir eitthvørt virksemi, sum hevur til endamáls at menna ferðavinnu í kommununi, skulu kunna leita sær kunning og ráðgeving til hetta.
Talan kann vera um alskyns virksemi innan ferðavinnu eitt nú heimablíðni, útleigan av summarhúsum, Ból og Biti, ferðaleiðari, skipa bátaferðir, upplivingar ella líknandi. Tað er bert hugflogið sum avmarkar.
Tíðarskeiðið har flest ferðafólk leita sær til Føroya nærkast í hvørjum. Eftirspurningurin eftir upplivingum og tænastum innan ferðavinnu í kommununi økist og júst tí skipar Visit Runavík fyri hesum íverksetaradegi innan ferðavinnu.
Tiltakið er alment, ókeypis og verður á Bókasavninum við Løkin leygardagin 7. Apríl frá kl. 10.00-12.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
(Leygardag) 10:00 - 12:30
Bókasavninum við Løkin
Runavík
Visit Runavík og Íverksetarahúsið
Sandoyar Kunningarstova bjóðar til ferðavinnukvøld á Listasavninum á Sandi, hóskvøldið 12. apríl. Endamálið er at fáa fleiri at síggja møguleikar innan ferðavinnu, at víðka um útboðið av tilboðum og at fáa [...]
more
Sandoyar Kunningarstova bjóðar til ferðavinnukvøld á Listasavninum á Sandi, hóskvøldið 12. apríl.
Endamálið er at fáa fleiri at síggja møguleikar innan ferðavinnu, at víðka um útboðið av tilboðum og at fáa eitt prát við onnur innan økið. Hesum er tørvur á, tí talið á ferðafólkum økist, og vit tosa javnan við ferðafólk ið ynskja møguleikan at leggja pengar eftir seg í okkara øki.
Um tú hevur áhuga í ferðavinnu, íverksetan og menning (ella bara ert forvitin), ert tú vælkomin til eitt kvøld, har tú fært íblástur frá føroyskum íverksetarum: Gásadalsgarður, Hiking.fo og Útilív fara at hava áhugaverdar framløgur. Íverksetarahúsið fer at geva tær ítøkilig amboð til vørumenning, og kunningarstovan fer at greiða frá um m.a. upplivingar, málbólkar, ferðavinnumynstur og eftirspurning. Eisini greiðir BankNordik frá um fígging og Trygd um trygging.
(Hósdag) 19:00 - 22:00
Sandoyar kunningarstova og Íverksetarahúsið
Hvussu kann tín fyritøka marknaðarføra seg betur á netinum? Í dag er online marknaðarførsla ikki bert ein møguleiki, men neyðug, um ein fyritøka ynskir at yvirliva og ikki minst vaksa. Hósdagin 19. [...]
more
Hvussu kann tín fyritøka marknaðarføra seg betur á netinum?
Í dag er online marknaðarførsla ikki bert ein møguleiki, men neyðug, um ein fyritøka ynskir at yvirliva og ikki minst vaksa.
Hósdagin 19. april. kl. 17.00 bjóðar Íverksetarahúsið til tiltak á Bókasavninum við Løkin í Runavík.
Kom og hoyr meira um marknaðarføring, nýggjastu rákini og fá góð ráð, hvussu tú betrar um tína marknaðarføring.
Fyrilestrarhaldari er Jákup Justinussen. Jákup fæst við ráðgeving innan marknaðarførslu á talgildum miðlum.
Hann hjálpir fyritøkum, stovnum og felagsskapum við, hvussu tey kunnu brúka talgildar miðlar fyri at røkka longur ella selja meira.
Jákup hevur drúgvar royndir við sosialum miðlum, search marketing, tilrættislegging av kampagnum og at framleiða innihald til heimasíður, sosialar miðlar o.a.
Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin. Tiltakið endar kl. 18.30
(Hósdag) 17:00 - 18:30
Bókasavnið við Løkin
Runavík
Íverksetarahúsið
iverksetan@iverksetan.fo
Uppliv Klaksvík í Keypmannahavn Aftur í ár bjóða Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið øllum at vera vælkomin í Føroyingahúsið í Keypmannahavn at síggja, hoyra og smakka nakað av tí besta, sum Norðoyggjar [...]
more
Uppliv Klaksvík í Keypmannahavn
Aftur í ár bjóða Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið øllum at vera vælkomin í Føroyingahúsið í Keypmannahavn at síggja, hoyra og smakka nakað av tí besta, sum Norðoyggjar hava at bjóða.
Týskvøldið 24. apríl kl. 18 verður Føroyingahúsið í Keypmannahavn karmur um tiltakið Uppliv Klaksvík, sum varð hildið á fyrsta sinni í fjør. Umframt framløgur um vinnu- og bústaðarmøguleikar í Klaksvíkar kommunu, verður eisini borðreitt við lekrum mati og drekka, umframt tónleiki av ovastu hyll. Snøgt sagt eitt hugnaligt kvøld við góðum og áhugaverdum undirhaldi, púra ókeypis.
Fjølbroytt og forvitnislig skrá
Eins og í fjør fevnir skráin um løtt og áhugaverd innsløg um starvs- og bústaðarmøguleikar í Klaksvíkar kommunu, og harumframt ber til at síggja og uppliva nýggja miðbýin í Klaksvík uppá ein heilt serligan og forkunnugan máta.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri leggur fram um Klaksvík í framtíðini, og á tiltakinum ber eisini til at koma til orðanna og seta spurningar, sum borgarstjórin eftirfylgjandi svarar.
Samfelagshjólini snara við fullari ferð, og í Norðoyggjum hava vit bæði stóran fólkavøkstur og menning á nógvum ymsum økjum. Vinnulívið er sterkt og fjølbroytt, og hetta verður eisini endurspeglað í skránni, har umboð fyri vinnuna koma at leggja fram um vinnumøguleikar í kommununi, bæði nú og í framtíðini.
At undirhalda koma klaksvíkingar úr fleiri ættum, nevniliga Jógvan Hansen og Hallur Joensen, sum hvør í sínum lag eru í útlegd í ávíkavist Reykjavík og Herning. Báðir hava gjøgnum nógv ár gjørt seg galdandi á stóru tónleikapallunum úti og heima, og nú gleða teir seg til eitt hugnaligt kvøld saman við øðrum útisetum í Føroyingahúsinum.
(Týsdag) 18:00 - 23:00
Føroyahúsið
Vesterbrogade 17A, København
Klaksvíkar kommuna