Fyrilestur við Casper Blom og Martin Larsen

Íverksetarahúsið

j

11/09/2017

Hóskvøldið 21. september kl 19:00 bjóða Íverksetarahúsið og Føroya Tele inn til eitt kveikjandi tiltak í Klingruni í Føroya Tele í Hoyvík. Á skránni verða framløgur við kendu donsku íverksetarunum Casper Blom og Martin Larsen.
Casper Blom byrjaði við egnum nethandli sum einans 12 ára gamal, og hevur síðani verið við til at stovna fleiri fyritøkur. Sum 18 ára gamal seldi hann fyri 1 mill. á nethandlinum og er í dag eigari av m.a. Soundboks, Chili Security og Domino’s Pizza í Danmark.
Martin Larsen hevur m.a verið við at stovna Just-Eat í Svøríki og rekur í dag Chilly Security.
Teir fara báðir at fortelja sína søgu og greiða frá teirra royndum at byggja upp og reka egna fyritøku.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.