Íverksetarahúsið

j

05/08/2019

FT GameJam 2019 – Kom og ger eitt telduspæl

Sjeynda árið á rað skipar Íverksetarahúsið saman við Føroya Tele fyri GameJam-tiltaki, sum gongur út upp á at savna fólk at gera telduspøl innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið.

Vikuskiftið 20. til 22. september skipar Íverksetarahúsið í samstarvi við Føroya Tele fyri FT GameJam, har fólk fáa møguleika at gera sítt egna telduspæl frá grundini.

FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri spælmenning. Í stuttum snýr FT GameJam seg um at manna ein bólk upp á í mesta lagi 5 luttakarar við blandaðum førleikum, og menna eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar skulu til fyri at menna eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.

Luttakararnir fáa atgongd til millum annað eitt ljóð- og grafikkstudio, umframt hetta, fáa luttakararnir ráðgeving frá serkønum, sum verða til stuðla og vegleiða  undir tiltakinum.

Endamálið við FT GameJam er at kveikja áhugan fyri spælmenning, og skapa eitt grundarlag fyri, at vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi telduspælsvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

FT GameJam 2019 verður í døgunum 20.-22. september, og tiltakið er ókeypis.

Tilmelding fer fram við at senda ein mail til [email protected]

Viðmerk: Navn, aldur, teldupost, umframt hvat av niðanfyri standandi evnum tú kundi hugsað tær at arbeitt við.

-Forritan
-Grafikk
-Ljóð
-Søga
-Projektleiðsla
-Annað

(Tilmeldingin er ikki endalig fyrr enn tú hevur móttikið eina váttan umvegis teldupost.)

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 18.sep.

Hevur tú spurningar um eitthvørt ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Jóhann Østerø [email protected] / 243084.