FT GameJam 2018 í nýggjum sniði

 

Árliga tiltakið FT GameJam verður bæði størri, betri og stuttligari í mun til undanfarin ár, tá tað fer av bakkastokki 28. september í ár. Endamálið er at kveikja áhugan fyri telduspælmenning, og í ár er visjónin at fáa eitt gjøgnumbrot á risastóra alheimsmarknaðinum.

Tað verður lagt upp til eitt brak av einum tiltaki, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Føroya Tele. FT GameJam snýr seg um at framleiða eitt telduspæl frá grundini upp á 48 tímar, og tað krevur karmar á hægsta støði. Í ár verður tiltakið tí í nýggjum sniði. Karmar verða endavendir, og vinnarin fær neyðugu umstøðurnar at víðarimenna telduspælið.

– Í ár er visjónin at fáa stóra gjøgnumbrotið á alheimsmarknaðinum, staðfestir Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, hóast fitt av føroyskum telduspølum eru ment seinastu árini.

Tað krevur, at luttakararnir fáa atgongd til karmar, sum stuðla undir tilgongdina, tí at framleiða eitt telduspæl krevur dugnaliga vitan og fleiri ymiskar fak- og førleikar. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk við einum sunnum áhuga fyri spælmenning.

– Øll hesi kunnu í felag framleiða eitt telduspæl, og tí hava vit valt at geva teimum atgongd til millum annað eitt ljóð- og grafikkstudio, umframt at tey fáa ráðgeving frá dugnaligum ráðgevum, sum verða til staðar fyri at vegleiða og stuðla, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.

Serkøn ráðgeving til vinnandi liðið
FT GameJam snýr seg um at manna ein bólk upp á í mesta lagi 5 luttakarar við blandaðum fak- og førleikum, og høvuðsendamálið er at kveikja áhugan fyri telduspælmenning, men í ár verður lagt nógv fyri at fylgja upp upp á vinnandi spælið.

– Tað krevur ágrýtni og áhaldandi arbeiði at koma á risastóra marknaðin. Tískil hava vit tikið stig til, at vinnandi liðið fer at fáa serkøna ráðgeving í 6 mánaðir til at menna telduspælið liðugt, umframt ókeypis útgávu á App Store og Google Play í 2 ár, sigur John Syderbø.

FT GameJam 2018 verður í døgunum 28.-30. september, og tiltakið er ókeypis.