FT GameJam 2017

Fimta árið á rað skipar Íverksetarahúsið fyri sonevndum GameJam-tiltaki í Føroyum, sum gongur út upp á at savna fólk at gera telduspøl innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið

Kom og ger eitt telduspæl. Vikuskiftið 16. til 18. juni skipar Íverksetarahúsið í samstarvi við Føroya Tele fyri FT GameJam, har fólk fáa møguleika at gera sítt egna telduspæl frá grundini. Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til.

GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri at gera telduspøl. Í stuttum gongur tað út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn ein sunnan áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.

Endamálið við GameJam er, at skapa eitt grundarlag fyri, at vit kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

Kom á FT GameJam, sum verður í Klingruni í Føroya Tele vikuskiftið 16. til 18. juni, og ver við at framleiða eitt telduspæl frá grundini uppá 48 tímar.

Vinnuframi og Føroya Tele lata 20.000,- kr. til vinnandi telduspælið. Peningurin skal nýtast til at víðari menna spælið.

Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til. Morgunmatur, frokost, kaffi og annað gott verður at fáa allar dagarnar.

Tilmelding fer fram á hesari leinkjuni.