FT Game Jam 2018 í nýggjum sniði

Íverksetarahúsið

j

21/09/2018

Luttøka á heimsins størstu ráðstevnu fyri spælmenning, Game Developers Conference í San Francisco, stendur upp á spæl, tá tiltakið FT GameJam 2018 fer av bakkastokki 28. september.

Í døgunum 28.-30. september verður FT GameJam 2018, og hesa ferð verður tiltakið bæði størri, betri og stuttligari enn undanfarin ár. Tiltakið verður í nýggjum sniði, karmar verða endavendir, og vinnarin fær køna ráðgeving at víðarimenna telduspælið, sum vinnarin ber á borðið.

– Í ár er visjónin at fáa stóra gjøgnumbrotið á alheimsmarknaðinum, sigur Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, og staðfestir, at hóast fleiri føroysk telduspøl eru ment seinastu árini, so væntar framvegis tað heilt stóra gjøgnumbrotið.

At tiltakið verður í nýggjum sniði kemst millum annað av, at føroyska KT-vinnan er ein dyggur stuðul.

Í ár verður tiltakið stuðlað av Nema, Klintra, Elektron, Formula og Føroya Tele, og harumframt gera Fonn Flog og Atlantic Airways tað gjørligt hjá fyriskiparunum at senda vinnandi bólkin á eina spennandi ferð til San Francisco í mars 2019, har luttøka á heimsins størstu ráðstevnu fyri spælmenning, Game Developers Conference, stendur fyri framman.

– Í ár fáa luttakararnir eisini atgongd til karmar, sum stuðla undir tilgongdina at framleiða eitt telduspæl. Tað krevur dugnaliga vitan og fleiri ymiskar fak- og førleikar, sigur Bjartur Nolsøe og nevnir millum annar forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og annars fólk við einum sunnum áhuga fyri spælmenning.

Tað verður lagt upp til eitt brak av einum tiltaki, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Føroya Tele. Tiltakið er ókeypis.

Tilmelding á [email protected]

Les meira um FT GameJam her:

Skærmbillede 2018-08-30 kl. 16.17.52.png       Screenshot 2018-08-30 13.58.34.png

 

Screenshot 2018-08-30 13.53.33.png

Skærmbillede 2018-08-30 kl. 14.52.39.png  Skærmbillede 2018-08-30 kl. 14.58.48.png  Skærmbillede 2018-08-30 kl. 14.20.05.png

Skærmbillede 2018-08-30 kl. 14.25.05.png