Frakland vann European Business Game 2016

Íverksetarahúsið

j

30/06/2016

FullSizeRender3

Íverksetarahúsið hevur í hesum døgum luttikið í íverksetarakappingini European Business Game í Tjekkia.

Tað vóru næmingar úr Fraklandi sum vunnu ársins evropeisku finalu sum varð hildin í Kulturhúsinum í Ceský Tésín í Tjekkia í gjár.

Vinnandi bólkarnir úr átta londum kappaðust um evropameistaraheitið, og vinnandi verkætlanin hjá fronsku næmingunum snúði seg um at innovera og styrkja gummiverjuna á súkluhjóli, og á tann hátt fyribyrgja punkteringum.

Hvat er EBG
European Business Game er ein evropeisk kapping fyri ung, sum ganga á miðnámi. Kappingin gongur út uppá at skapa ta bestu fiktivu fyritøkuna.

Næmingarir skulu í verkætlannarbólkum á 3-5 næmingum seta á stovn eina fiktiva fyritøku, har tey møta nøkrum av teimum avbjóðingunum, sum koma fyri, tá sjálvstøðugar fyritøkur verða settar á stovn. Í European Business Game læra næmingarnir, at lívið í eini fyritøku er merkt at støðugum broytingum.

Næmingarnir taka útgangsstøði í teirra egnu handilshugskotum, og fara ígjøgnum alla prosessina frá hugskotinum til handilsætlanina, har ítøkiligeringin av hugskotinum fer fram, til kanningar av marknaðarviðurskiftum, og til útrokningar av útreiðslusíðuni og hvussu tað skal – ella kann – fíggjast.

Samband við vinnulívið
Sum part av kappingini hava næmingarnir samband við vinnulívið, harímillum við bankar og fyritøkur, sum lata næmingarnar gera brúk av teirra ráðgeving/ráðgevum. Á tann hátt fáa næmingarnir gott innlit í, hvussu fyritøkurnar virka í tí dagliga, samstundis sum fyritøkurnar fáa samband við nakrar møguligar komandi medarbeiðarar.
Í European Business Game verður búskaparliga ástøðin brúkt í praksis, og tað gevur næmingunum eina fatan av teimum avbjóðingunum, sum vinnulívið stendur yvirfyri. Royndir í Evropa vísa, at ein størri partur av teimum ungu, sum luttaka í hesi kapping, eru meiri motiveraði at leita sær ein lívsveg innan privata vinnulívið, enn aðrir næmingar í miðnámsskúlum.
Næmingarnir luttaka fyrst í eini innhýsis kapping í Føroyum, har vinnarin fer víðari til ta altjóða kappingina, har ein stórur partur av evropeisku londunum luttaka.

Føroysk luttøka 
Føroyingar hava luttikið í EBG síðani miðskeiðis í níti árunum, og megnaði Fiskivinnuskúlin at vinna tveir flottar sigrar til Føroya í 1997 og 1999, meðan Studentaskúlin vann í 1998.
Hartil eydnaðist tað í 2011 at vinna prísin fyri ‘Besta kreativa hugskotið’ í kappingini, sum tá varð hildin í Italia.
Í Slovakia, har finalan varð hildin í 2012, eydnaðist tað Føroyum enn einaferð at vinna gull!
Tað var bólkurin Grastastic frá Fiskivinnuskúlanum, sum megnaði at toga fyrsta plássið í hús við teirra ætlan um at framleiða vistfrøðiligu og umhvørvisvinarligu flagtøkini til eksport.
Fiskivinnuskúlin, Tekniski skúli Klaksvík og Studentaskúlin luttóku í kappingini í 2013, og kvalifiseraði næmingafyritøkan North Altantic Spice Company úr Fiskivinnuskúlanum seg til evropeisku finaluna, sum í 2013 varð hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

Tað er Stepra, Italia, sum eigur upphavsrættin til European Business Game, og Íverksetarahúsið skipar fyri kappingini í Føroyum.

Kappingin er samskipað við einum NPC’ara (national project coordinator) og einum høvuðsdómara fyri hvørt landi. Bjartur Nolsøe er føroyski NPC’arin og Sóley Heradóttir Hammer er føroyski høvuðsdómarin.