Føroyska ClearComm í elitukapping

Íverksetarahúsið

j

17/11/2015

Mynd Beak

Føroyska ClearComm í elitu kapping

Í dag kappast føroyska verkætlanin ClearComm um heiðurin at gerast heimsins besta og mest kreativa Start Up. Kappingin er hørð, tí fleiri enn 50 lond luttaka í altjóða finaluni í Keypmannahavn.

Hugskotið handan ClearComm eigur íverksetarafyritøkan Beak av Skálafjørðinum. Ungu stovnararnir í Beak eru Virgar Poulsen, Levi á Torkilsheyggi og Pól Andrias Larsen sum allir júst eru komnir aftur til Føroyar aftaná lesnað í Danmark.

Beak løgdu fyri løtu síðani verkætlanina ClearComm fram fyri einum væluppløgdum altjóða dómarapaneli í innleiðandi umfarinum.

Eftir framløguna segði stjórin í Beak Virgar Poulsen:

Tað er ein heiður at umboða Føroyar í eini altjóða kapping sum hesari. Samstundis er tað ein íblástur at síggja aðrar íverksetarafyritøkur, sum eisini arbeiða við áhugaverdum verkætlanum. Tað er stuttligt at síggja, at vit standa ikki aftanfyri onnur lond, hóast vit kappast við stórar tjóðir, t.d. løgdu vit fram beint eftir USA, og aftaná okkum kom Kina.

Í morgin fyrrapart verður kunngjørt hvør kemur víðari til sjálva finaluna, sum verður seinnapartin í morgin, men longu nú er greitt, at ClearComm er ein av seks finalistum sum skal luttaka í kappingini Health Innovation Challenge.

Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi fyriskipa føroysku luttøkuna í Creative Business Cup.