Iverksetarahusid3

Fjarlestrardepilin hjá Klaksvíkar kommunu lyftir nú tænastuna upp á eitt hægri støðið. Í tí sambandi verður opið hús, har verður frá Fjarnámi nú og frameftir, eins og høvi verður at síggja húsini, útgerðina og umstøðurnar, sum er í húsinum

Fjarnám er navnið á fjarlestrardeplinum hjá Klaksvíkar kommunu. Tað er ein depil, sum skal geva borgarunum møguleika fyri útbúgving og førleikamenning í nærumhvørvinum í Norðoyggjum.

Tað nýggjasta er, at Deirdre Hansen er sett í starv sum lestrar- og yrkisvegleiðari á Fjarnámi. Hennara uppgáva verður at hjálpa fólki í ivaspurningum, sum onkursvegna hava við útbúgving og førleikamenning.

Í tí sambandi hevur Fjarnám saman við Íverksetarahúsinum opið hús týsdagin 16. juni 2015 frá klokkan 10 og so leingi, sum fólk koma. Tað er á gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro á Garðavegi 57 í Klaksvík.

Klokkan 11 og klokkan 14 verður greitt frá, hvat Fjarnám er, og hvussu hon fær hjálpt fólki við lestri og førleikamenning.

Víst verður eisini runt í húsinum, eins og greitt verður frá tí, sum nú gongur fyri seg í húsinum, eins og teimum møguleikum, sum verða frameftir.

Í støðugari menning
Nógv er broytt til tað betra hetta hálva annað árið, síðan Klaksvíkar kommuna stovnaði Fjarnám í 2013.

  • Íløgur eru gjørdar í framkomna samskiftisútgerð, sum geva møguleika til at fylgja undirvísing, fyrilestrum og øðrum umvegis internetið.
  • Høli eru umvæld og innrættað, soleiðis at tey eru hóskandi sum lestrardepil í 2015 og frameftir. Tað arbeiðið heldur fram, soleiðis at so nógv sum gjørligt kunnu fáa ágóða av hesi tænastuni, sum Klaksvíkar kommuna bjóðar.
  • Vegleiðari er settur, sum skal hjálpa fólki við spurningum í samband við lestur og førleikamenning.
  • Arbeiðið at inrætta loftið er í gongd. Tá tað er liðugt er pláss fyri munandi fleiri fólkum í húsinum til tað virksemi, sum frameftir verður í húsinum.

Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin á gátt