Faroe Transcension vann Startup International: Tourism

Íverksetarahúsið

j

18/04/2016

unspecified-4

Sonja Dalsgaard Nolsøe, Kristiana Rein, Annette Lambert Gaardlykke og Emmanuel Chendela vunnu Startup Internartional: Tourism sum var hildið í BankNordik í vikuskiftinum.

Í døgunum 15. til 17. apríl 2016 skipaði Íverksetarahúsið saman við Útlendingastovuni fyri Startup International: Tourism. Eins og onnur Startup-tiltøk, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri, gongur tað út upp á, at fólk fáa amboð og høvi til at arbeiða við at menna hugskot til nýtt virksemi soleiðis, at tey betur kunnu setast í verk.

Startup International: Tourism var øðrvísi enn onnur Startup tiltøk við, at tað var ætlað útlendingum, sum búgva allastaðni í Føroyum samstundis sum øll ið høvdu áhuga at menna ferðavinnuna í Føroyum kundu luttaka.
Á skeiðinum var serligt fokus sett á ferðavinnu í Føroyum, har bæði føroyska mentanin og útlendska mentanin naturliga renna saman. Endamálið var, at skapa best hóskandi umstøður har báðar mentanirnar kunnu, við at arbeiða saman, læra frá hvørjum øðrum og á tann hátt skapa innovativ og kreativ ferðavinnuhugskot.

Faroe Transcension – ferðir fyri múgvandi
Tey fýra í bólkinum Faroe Transcention fóru avstað við vinninginum á kr. 50.000,- frá Vinnuframa til tímar saman við einum ráðgeva. Teirra verkætlan gekk út uppá at sniðgeva exclusivar pakkar til múgvandi fólk, har tey fylgja kundunum frá tí tey koma til tey fara avstað aftur.

Hugskotið og virkisætlanina hildu dómararnir verða so góða, at tey valdu Faroe Transcension til besta hugskotið á Startup International: Tourism. Í dómarapanelinum sótu Theresa Turidardóttir Kreutzmann fyri Visit Tórshavn, Brynhild Absalonsen fyri Vinnuframa og Hermund Johannesen úr BankNordik.

Hini hugskotini í stuttum

unspecified

Miniaturar

Miniaturar er ein verkætlan sum snýr seg um at gera miniaturar av ikoniskum húsum í Føroyum, í fyrsta umfari Tinganes og einum traditionellum føroyskum húsið við flagtaki. Miniaturarnir eru serliga ætlaðir ferðafólkum og samlarum.

Viking Tour
Bólkurin Viking Tour arbeiddi við einum hugskoti, um at selja tríggjar dagar upplivingar til fólk við serligum áhuga fyri víkingum og teirra livihátti í víkingatíðini.

Foodtruck
Bólkur Foodtruck, ynskti at loysa trupulleikan við vantandi matartilboð úti á smáplássum, við at koyra runt við einum catering bili og brúka vanlig heim sum pop-up kafé.

Myndir: Sigmund Vang