Fara eftir telduspælmarknaðinum

Íverksetarahúsið

j

25/03/2015

Wormsteak er eitt telduspæl, sum gongur út upp á at stýra nakrar ormar gjøgnum eitt fíggindaligt umhvørvi inni í maganum á tí, sum hevur etið ein burgara, har ormarnir livdu

Wormsteak er eitt telduspæl, sum gongur út upp á at stýra nakrar ormar gjøgnum eitt fíggindaligt umhvørvi inni í maganum á tí, sum hevur etið ein burgara, har ormarnir livdu

Wormsteak eitur telduspælið, sum vann FTGameJam í januar í ár. Í samstarvi við Íverksetarahúsið eru fólkini aftanfyri Wormsteak farin í gongd við at gera spælið liðugt við útgávu fyri eyga. Tey eru eisini við á Framtíðartorginum, sum verður á Ársins Íverksetaradegi fríggjadagin

Í januar í ár varð FTGameJam hildið í bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Í stuttum gognur tað út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Av fimm spølum varð Wormsteak valt sum besta spælið. Søgan í spælinum er, at nakrir ormar livdu í einum burgara, sum varð etin. Spælið gongur so út upp á at stýra ormarnar gjøgnum eitt fíggindaligt umhvørvi í maganum á tí, sum hevur etið.

Í samstarvi við Íverksetarahúsið verður nú arbeitt við at gera spælið liðugt, soleiðis at tað kann gevast út. Ymisk telduspøl eru gjørd í grannalondum okkara, men einki føroyskt spæl hevur sligið ígjøgnum. Heimsmarknaðurin fyri telduspøl er risastórur, og nú verður so ein roynd gjørd at koma inn á hann.

Tað er nógva krevur tíð, orku og pengar at menna eitt telduspæl hartil, at tað er kappingarført á heimsmarknaðinum. Tí hevur Íverksetarahúsið tikið stig til at skapa neyðugu umstøðurnar til at gera kappingarfør telduspøl í Føroyum.

Á Ársins Íverksetaradegi, sum verður í Spaniastovu klokkan 13, verður høvi at hoyra frá arbeiðnum við Wormsteak, og arbeiðið at gera eitt føroyskt telduspæl til altjóða marknaðin.