Enn eitt væleydna tiltak fyri kvinnuligar íverksetar

Íverksetarahúsið

j

21/04/2015

IMG_7113
Triðja árið á rað skipaðu Kvinna og Íverksetarahúsið fyri tiltakinum Kvinnur Megna fyri kvinnuligar íverksetar har m.a. Megnarprísurin verður latin til kvinnuligan íverkseta, ið hevur skarað framúr onkursvegna. Eins og undanfarnu árini møttu kvinnurnar væl upp og var tað eitt fullsett Østrøm hendan fríggjadagin.

Tiltakið byrjaði við at Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu, segði nøkur orð um sølu, sum var evnið í ár. Síðanni bjóðaði Sóley H. Hammer, frá Íverksetarahúsinum, vælkomin til sjey kvinnuligar íverksetar, ið allar greiddu frá teirra royndum sum íverksetar. Hesar vóru: Mimmy Vágsheyg eigari av Kafé Fríða, Sunrid í Gong yrkisfotograf, Beinta Festirstein eiguri av Sniálvsdóttir, Vivian Sjóklett eigari av Kunstterapi, Lone Grønborg eigari av Inniluft Tænastan, Erla-Maria Skovlund eigari av Silvursnið og Hildur Eyðunsdóttir eigari av SMAKKA. Allar høvdu sera áhugaverdar framløgur har tær deildu teirra vitan, hugsanir og avbjóðingar.

Høvuðsrøðarin í ár var Hanne Wick, sum, saman við Dorthe Klyvø, hevur skrivað Iværksætterhåndbogen. Tað er ein praktisk handbók til at byrja egna fyritøku. Bókin byrjar sum ein tjekklisti, sum gongur ígjøgnum viðurskifti at umhugsa, sum ein týpiskt skal ígjøgnum, líka mikið, hvat slag av fyritøku talan er um. Bókin hevur fingið sera góð ummæli í Danmark, m.a. 5 stjørnur frá Børsen, og er hon at fáa í Gamla Bókahandili í Havn.

Síðanni var tíðin komin til at handa Megnarprísin 2015. Árligi heiðurin til kvinnuligan íverkseta, fór hesuferð til tveir kvinnuligar íverksetar, nevnliga Guðruna Ludvig og Guðruna Rógvadóttir, ið eiga og reka Guðrun & Guðrun.

Eitt nú bleiv sagt at:

– Megnarkvinnan 2015 er ein fyrimynd og ein vegvísari fyri aðrar kvinnuligar íverksetar. Megnarkvinnan hevur alla tíðina megnað at endurskapa seg og koma við nýggjum hugskotum og givið føroysku kvinnuni íblástur. Hon hevur megnað at skapa góð úrslit, uttan at fara uppá kompromis við etisk virðir. Eitt nú hevur hon byrjað egna verkætlan í Jordan og Peru har stuðla verður undir týdningin av, at kvinnur tjena sínar egnu pengar og soleiðis kunnu tryggja sær betri livikorð. Út yvir at vera blivin ein partur av tí føroyska húsarhaldinum, hevur hon eisini verið við til at seta Føroyar á heimskortið við sínari tulking uppá tað føroyska handverkið.

Vøkru heiðurslønina hevur Óluva Johannesen, eigari av No. 10, tilevnað, og ímyndaði hon eitt hjartað. Óluva sigur soleiðis um verkið:

Við hjartanum á rætta staði, havi eg gjørt hetta hjartað til viðkomandi– ársins kvinnuliga íverkseta – tí at hon eigur hjartað í síni fyritøku. Sum ein mamma, ið ber sítt barn undir hjarta. Kvinnuligi íverksetin merkir “barn” sítt pulsera og nørast. Hon birtir lív í dreymin og fær hann at vaksa og blóma. Hetta hjartað er ljósareytt og ímyndar tað kvinnuliga, tað mjúka, bleyta og reina, tað, sum vit hava hug at fevna og kroysta. Ja, tað er runt og feminint, men eisini rátt og hart. Tað ljósareyða og blanka fevnir um tað gráa og rísna, og saman skapar tað eina heild. Eina samansetta heild, sum virkar. Eina heild, sum er rúmlig og fevnandi, samstundis sum hon hevur greið mørk. Eina heild, ið skal til, skal hon fóta sær í tí vælpoleraða og ráða fíggjarheiminum.

Útyvir heiðurslønina fingu Guðrun og Guðrun eitt signera eintak av Iværksætterhåndbogen, blómutyssi frá Føroya Tele, hald av Kvinnu og eitt diplom.

Kvinna og Íverksetarahúsið takka fyri í ár og gleða okkum til enn ein kveikjandi dag næsta ár.