Ein nýggj føroysk fíggjarloysn til íverksetarar

Íverksetarahúsið

j

04/10/2019

Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Visit Faroe Islands samstarva um nýggjan føroyskan crowdfunding portal, við navninum Hópfígging. Íverksetarahúsið umsitur portalin í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Karolina Fund, sum hevur ment portalin.

Hópfíggingarportalurin verður kunngjørdur í Íverksetarahúsinum týsdagin 08.oktober 2019, kl.14:00, og tað verður Helgi Abrahamsen landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, ið kunnger portalin.

Hevur tú ein dreym um at gerast íverksetari ella eina vón um at júst títt hugskot gerst væleydnað?

Nú er møguligt at fáa fíggjarligan stuðul til tína verkætlan, uttan at fara ígjøgnum ta vanligu, og til tíðir truplu mannagongdina við at lána pening í bankanum ella søkja stuðul frá ymsum aktørum. 

Við Hópfígging ber til at fáa tína verkætlan fíggjaða, ígjøgnum smærri mongdir av kapitali frá fleiri íleggjarum/stuðlum. Við hópfígging er møguligt hjá einum og hvørjum at stuðla, teimum verkætlanunum sum fangar teirra áhuga.     

Hópfígging virkar soleiðis, at ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan, er vælkomin at leggja sítt hugskot út á hópfíggingarportalin, og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan. Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr. Harumframt verður tað lætt og ómakaleyst at deila verkætlanina á teimum sosialu miðlunum.

Endamálið við Hópfígging er at stuðla og menna íverksetan í Føroyum, við at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan, og harvið geva íverksetum møguleika at deila síni góðu hugskot, og samstundis fáa fígging.

Í samband við at hópfíggingarportalurin verður kunngjørdur 08. oktober 2019, ynskja vit at bjóða tykkum til kunnandi fund: 

8. oktober í Íverksetarahúsinum í Klaksvík kl.14:00

9. oktober í Klingruni á Føroya Tele í Tórshavn kl. 14:00

10. oktober í Fjarlestrardeplinum í Vági kl. 19:00

 Vilt tú vita meira um Hópfígging, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Íverksetarahúsið á [email protected] ella les meira á: https://www.hopfigging.fo/