Eiler Ka-Nid Yodla-Ong Poulsen ráðgevi til FT GameJam 2019

Íverksetarahúsið

j

12/09/2019

Eiler Ka-Nid Yodla-Ong Poulsen, 28 ár, og er KT-verkfrøðingur og arbeiðir dagliga hjá KT-felagnum Klintra. Eiler er bachelor í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetur Føroyar, og MSc. Software Development and Technology á IT-Universitetinum í Købehavn. Hann hevur royndir bæði sum luttakari og sum hjálpari á FT GameJam. Hann hevur eisini royndir við spælmenning í Unity og C# .NET. Eiler sigur: “Eg vil mæla øll sum hava áhuga fyri at skapa at royna seg á Game Jam. Tað er eitt feitt tiltak, sum lærir fólk við ymiskum bakgrundum at samantvinna teirra førleikar at skapa okkurt saman. Ofta røkkur man ikki á mál, og processin kann vera strævin, men úrslitið av arbeiðinum og persónlig førleikamenningin er nakað heilt serstakt og nakað ein kann vera errin av. Hetta er tað stuttliga við Game Jam. Síggjast á Game Jam!”

FT GameJam 2019 verður í Klingruni hjá Føroya Tele í døgunum 20.-22. September. Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til. Morgunmatur, frokost, kaffi og annað gott verður at fáa allar dagarnar. Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn.

Elektron og Føroya Tele lata høvuðsvinningin á tilsamans 20.000,- kr. til vinnandi telduspælið. Harumframt letur Vinnufarmi 25.000 kr. sum skal nýtast til at víðari menna spælið.


Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum www.iverksetan.fo ella við at senda ein mail til [email protected]
Viðmerk: Navn, aldur, teldupost, umframt hvat av niðanfyri standandi evnum tú kundi hugsað tær at arbeitt við:
-Forritan

-Grafikk

-Ljóð

-Søga

-Projektleiðsla

-Annað

(Tilmeldingin er ikki endalig fyrr enn tú hevur móttikið eina váttan umvegis teldupost.)


Tilmeldingarfreistin er mikudagin 18.sep.
Hevur tú spurningar um eitthvørt ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Jóhann Østerø/ [email protected]/ 243084 ella Iverksetarahúsið / [email protected]/ 239502 Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum www.iverksetan.fo ella við at senda ein mail til [email protected]