Creative Business Cup

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping, og eru tað luttakarar úr ymiskum skapandi vinnum, sum kappast. Endamálið er at knýta saman tað kreativa og vinnuliga í verkætlanunum.

Tað er Íverksetarahúsið sum saman við Vinnuframa og Hugskotinum, skipar fyri føroysku undankappingini, har tíggju verkætlanir luttaka. Hesar eru valdar út frá treytum, ið eru settar av Center for Kultur –og Oplevelsesøkonomi, ið skipa fyri altjóða finaluni í keypmannahavn. Talan er um verkætlanir har nakrar enn eru á hugskotsstøðið og aðrar eru komnar væl ávegis. Verkætlanirnar fevna um alt frá mati, tøkniligum loysnum, til sniðgeving og spøl. Vinnarin av føroysku finaluni fer víðari til altjóða finalu millum yvir 50 lond, ið kappast um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur.    Dómsnevndin í altjóða finaluni er samansett at viðurkendum fólki ið starvast í altjóða fyritøkum so sum LEGO, Arla Foods, Microsoft, IKEA, Google, Hummel, og Lazy Town.