Ein slóðbrótandi verkætlan, um at framleiða boxershorts til mannfólk, ið verjur sáðið ímóti fartelefonstrálum, hevur sæð dagsins ljós. Tað eru tær tríggjar Barbara Reynheim Petersen, Helena Sunnsker og Súsanna Hilmarsdóttir ið standa aftanfyri verkætlanina, sum tær kalla CellShield.

Vánalig sáðgóðska er ein vaksandi trupulleiki og tær tríggjar undrast, at onki verður gjørt fyri at fyribyrgja hesum. Tá mannfólk hava telefonina í lummanum, versnar sáðgóðskan av strálunum og hettar er ein trupulleiki, ið kann seta spor í framtíðina. Tískil fara tær undir at framleiða serlig boxershorts, seymað úr SaniSilvuri, ið verjur sáðið, soleiðis at sáðgóskan ikki versnar, og á henda hátt loysa tær ein altjóða trupulleika.

Barbara Reynheim Petersen, Helena Sunnsker og Súsanna Hilmarsdóttir ganga í Skúlanum á Fløtum og vunnu tær fyrr í ár íverksetarakappingina millum fólkaskúlanæmingar, SkúlaFM, við teirra verkætlan um at bjarga framtíðar børnum.

Framtíðartorgið á Íverksetaradegnum

Fríggjadagin 31. mars verður Ársins Íverksetaradagur, sum er dagurin, tá Íverksetarahúsið heiðrar føroyskari íverksetan.
Ein partur av Íverksetaradegnum er Framtíðartorgið, har fokus verður sett á aktuellar verkætlanir, og hvat føroysk íverksetan hevur at bjóða upp á frameftir.
Har verður høvi at hoyra meiri um nýskapandi verkætlanina, sum vann SkúlaFM 2017, umframt hinar verkætlanirnar, sum eisini verða á Framtíðartorginum á Ársins Íverksetaradegi.

Íverksetaradagurin verður í Østrøm 31. mars klokkan 10:00. Tað er ókeypis, og øll eru vælkomin.