Avbjóðingin

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Eitt herligt summar við góðveðri, deiligum upplivingum og lívsjáttandi løtum liggur fyri framman og stuttleikaparkirnar hópast upp við børnum og vaksnum.
Herfyri setti eg eina deiliga løtu av, sum so nógv onnur foreldur, og fór ein túr í stuttleikapark saman við børunum. Tey sloppu at fylla bilin við vinfólki og vóru tey sum verða man spent og í góðum lag.

Bilstrekkið var ikki so langt, so skjótt stóðu børnini framman fyri ovurstóra rutsjubananum. Vónrík við stórum eygum og eitt sindur av ótta, var tað útattil ongin ivi um at hann skuldi roynast. Men eg merkti tó týðiliga at fleiri teirra als ikki vóru heilt rólig í búkinum. Tey stillaðu seg kortini í rekkjuna, og vit samdust um hvar eg skuldi standa og bíða. Eg var vísur í at eg fór at fáa selskap, tí nøkur teirra fóru óiva at venda við, áðrenn túrurin bleiv veruleiki.

– Men har komin ongin. Tey hildu øll saman, stuðlaðu hvørjum øðrum, settu seg umborð, fingu ein fantastiskan túr og komu oman aftur við einum stórum smíli so findarglað – til reiðar at royna tað enn einaferð. Og so umaftur, og umaftur..! Saman tordu tey at fara útum markið og bjóða sær sjálvum av, og blivu tey á henda hátt eina stóra uppliving ríkari. Og bleiv tað lættari fyri hvørja ferð. So er spurningurin: Nær hevur tú síðst bjóða tær sjálvum av?
Og hvussu stuðlar tú tínum starvsfelagum í einari avbjóðandi støðu?

“At vove er at miste fodfæstet et øjeblik – ikke at vove er at miste seg selv”
Søren Kierkegaard Kelda: Keys2passion