Ársins Íverksetaradagur 2019

Íverksetarahúsið

j

12/03/2019

Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum ársins íverkseti? Hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi í árinum sum fór?

Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal verða ársins íverkseti. Heiðurslønin sum ársins íverkseti verður latin á Ársins Íverksetaradegi tann 3.mai 2019 í Løkshøll.

Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.

Freistin at koma við tilnevningum er til og við fríggjadagin 26.apríl 2019. Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected]

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn. Á skránni verður millum annað spennandi fyrileystur við Thor Sigufsson, stovnari av Ocean Cluster í Reykjavík. Ocean Cluster er eitt martimt íverksetarahús har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur, eru samlaðar fyri at skapa størri virði innan martimu vinnuna.

Endaliga skráin fyri Ársins Íverksetaradag verður lýst seinni.