Fríggjadagin 3. mai kl.13:00, bjóðar Íverksetarahúsið inn til árliga dagin, har vit seta fokus á og heiðra føroyska íverksetan. 

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn, Granan. Tað verður Løgmaður Aksel V. Johannesen, sum kemur at handa Granan til Ársins Íverkseta 2019.

Aftur í ár hava vit eina spennandi og fjølbroytta skrá. Vit hava í samstarv við Runavíkar Kommunu, fingið Thor Sigufsson sum høvuðstalara á Ársins Íverksetaradegi. Thor er stovnari av Ocean Cluster, Sjávarklassin, í Reykjavík. 

Sjávarklassin er eitt martimt íverksetarahús har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur, eru samlaðar fyri at skapa størri virði innan martimu vinnuna. Thor Sigufsson hevur drúgvar royndir við at menna og knýta sambond millum ymsar aktørar innan martimu vinnuna, við tí fyri eyga at skapa eina størri virðisøking fyri allar partar.    

Tummas Justinussen, reiðari og stovnari av Skansi Offshore kemur somuleiðis at hava eina framløgu um teirra virksemi. Umframt hetta koma Kirstin og Høgni Hammer frá fyritøkuni Gómagott, sum gjørdist Ársins Íverkseti 2018, at hugleiða um, hvussu teirra íverksetara ævintýr byrjaði og hvussu tey hava ment fyritøkuna til tað hon er í dag. Síðsti røðari verður Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. 

Eftir handanina verður netverkan og ábit,  har høvi verður at fáa eitt prát við ymsar vinnuspírar, ið koma at vísa fram, hvat tey hava at bjóða. 

Íverksetaradagurin verður hildin í Løkshøll í Runavík fríggjadagin 3. mai. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Tó er neyðugt at tekna seg. 

Sí skránna og tekna teg til Ársins Íverksetaradag 2019 her.