Nýggja avtala gjørd við Mentamálaráðið um íverksetan í fólkaskúlanum

Íverksetarahúsið

j

15/02/2014

csm_img_2271_2e6b3ffbc6

Íverksetarahúsið og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum hava tikið stig til at menna undirvísingina í íverksetan í fólkaskúlanum og hava í hesum sambandi skrivað undir nýggja samstarvsavtalu har Íverksetarahúsið, bæði skal kveikja og leggja skúlunum lag á.

Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur.

Fólkaskúlin hevur eina fjøltáttaða uppgávu bæði við atliti at fakligu læringini og sosiala felagsskapinum, har næmingarnir læra at nýta og menna sínar mongu førleikar, ikki minst sítt hugflog, síni evni til støðutakan, at samstarva og í felag við onnur at finna loysnir.

Nýhugsan og íverksetan er ein partur av teimum førleikum, ið spurt verður eftir, og tí verður áherðsla løgd á at geva næmingunum nøkur amboð og nakrar royndir á hesum øki. Samstarvsavtalan við Mentamálaráðið leggur dent á, at virkað verður fyri at menna áhugan hjá næmingum fólkaskúlans í íverksetan og at skipa so fyri, at næmingarnir fáa roynt síni skapandi evni, sítt hugflog og royndir í nýhugsan, har teir bæði fáa høvi til at arbeiða við og leggja fram egin hugskot.

Tí skulu skúlarnir saman við Íverksetarahúsinum læra næmingarnir at arbeiða við sínum egnu hugskotum, koma við uppskotum og velja burturúr, og síðani arbeiða við hugskotið, hvussu tað verður ment frá tanka til eina lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum. Í hesum arbeiði hevur tað avgerandi týdning, at næmingarnir skilja, hvørji virði verða skapt í nýggju vøruni, og hvørjir brúkarar fáa ágóða av virðunum, ið vøran hevur. Eisini, at næmingarnir læra at geva vøruni eitt snið ella búna, sum vekir áhuga, at duga at lýsa vøruna alment og leggja hana fram.

Íverksetarahúsið hevur drúgvar royndir á hesum øki og hevur seinastu árini hildið skeið fyri lærarum í íverksetan og skipað fyri kappingini SkúlaFM millum skúlar, ið hava 9. og 10. flokk, um besta úrslitið í teirra íverksetanararbeiði. Finalan í SkúlaFM í ár verður í Skúlanum við Løkin í Runavík 28. februar.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at tað er umráðandi, at vit at nýta serkunnleikan hvør hjá øðrum, og at samstarvsavtalan millum Mentamálaráðið og Íverksetrahúsið er dømi um samstarv, sum fer at kveikja og menna førleikan hjá okkara unga ættarliði at arbeiða við íverksetan, brynja tey til at taka við nýggjum avbjóðingum og at seta sín dám á framtíðarsamfelagið.