Melda teg til FT GameJam 2019

Íverksetarahúsið

j

11/09/2019

Melda teg til FT GameJam 2019

Vikuskiftið 20. til 22. september skipar Íverksetarahúsið í samstarvi við Føroya Tele fyri FT GameJam, har fólk fáa møguleika at gera sítt egna telduspæl frá grundini. Tiltakið verður hildið í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík.

FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri spælmenning. Í stuttum snýr FT GameJam seg um at manna ein bólk upp á í mesta lagi 5 luttakarar við blandaðum førleikum, og menna eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar skulu til fyri at menna eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.

Luttakararnir fáa atgongd til millum annað eitt ljóð- og grafikkstudio, umframt hetta, fáa luttakararnir ráðgeving frá serkønum, sum verða til stuðla og vegleiða undir tiltakinum.

Endamálið við FT GameJam er at kveikja áhugan fyri spælmenning, og skapa eitt grundarlag fyri, at vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi telduspælsvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

FT GameJam 2019 verður í Klingruni hjá Føroya Tele í døgunum 20.-22. September. Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til. Morgunmatur, frokost, kaffi og annað gott verður at fáa allar dagarnar. Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn.

Elektron og Føroya Tele lata høvuðsvinningin á tilsamans 20.000,- kr. til vinnandi telduspælið. Harumframt letur Vinnufarmi 10.000 kr. sum skal nýtast til at víðari menna spælið.


Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum www.iverksetan.fo ella við at senda ein mail til [email protected]
Viðmerk: Navn, aldur, teldupost, umframt hvat av niðanfyri standandi evnum tú kundi hugsað tær at arbeitt við:
-Forritan

-Grafikk

-Ljóð

-Søga

-Projektleiðsla

-Annað

(Tilmeldingin er ikki endalig fyrr enn tú hevur móttikið eina váttan umvegis teldupost.)


Tilmeldingarfreistin er mikudagin 18.sep.
Hevur tú spurningar um eitthvørt ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Jóhann Østerø/ [email protected]/ 243084 ella Iverksetarahúsið / [email protected]/ 239502 Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum www.iverksetan.fo ella við at senda ein mail til [email protected]