Íverksetarahúsið

j

02/09/2019

Ein av ráðgevunum til FT GameJam er 22 ára gamli Villiam Soo Joensen. 

Villiam er kendur sum tónleika framleiðarin aftanfyri bólkin VSJ. Villiam fæst nógv við teldu tónleik, og hann hevur nógvar royndir við at gera studio upptøkur, og hevur spælt tónleik síðani hann var 11 ára gamal.

Villiam hevur saman við bólkinum VSJ vunnið ársins Útvarps hitt og ársins lurtara viðrisløn til FMA í 2018.

Til dagligt arbeiðir VIlliam sum tøkningur hjá AVlux í Tórshavn

Útyvir tónleik hevur Villiam eisini áhuga í 3D animasjón og film framleiðslu.

Villiam Sigur; ”Samstundis sum at GameJam kann vera ein hurð út í heimin, so kann tað eisini vera ein øðrvísi máti at gera eitt spæl saman við sínum holdi av kenningum, vinum ella komandi vinum. Eg eri sera spentur at hjálpa til á GameJam og vóni at eg kann vera ein hjálp í ljóði/tónleika deildini.”

FT GameJam 2019 verður í døgunum 20.-22. september, og tiltakið er ókeypis.

Tilmelding fer fram við at senda ein mail til [email protected]

Viðmerk: Navn, aldur, teldupost, umframt hvat av niðanfyri standandi evnum tú kundi hugsað tær at arbeitt við.

-Forritan
-Grafikk
-Ljóð
-Søga
-Projektleiðsla
-Annað